Frítíðarskúlin

Í Frítíðarskúlanum ganga børn úr 1. og 2. flokki í Porkeris skúla umframt forskúlabólkurin í Dagrøktini. Okkara endamál er, at børn eftir loknan skúladag sleppa at menna seg málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga innan tryggar karmar og við umsjón og vegleiðing frá vaksnum. Í frítíðarskúlanum er virðingin fyri frítíðini hjá børnunum í hásæti, og vit raðfesta verkstaðarbeiði og virksemi úti í náttúruni.


Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 11:30 til kl. 17:00.


Samband 

Tel: 27 62 88

T-postur: fritidarskulin@porkeri.fo


Afturlatingardagar

Frítíðarskúlin hevur stongt samsvarandi frítíðini hjá fólkaskúlanum. Tvs. allar vanligar halgidagar og í ferium skúlans.

Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Hesar báðar dagar er stovnurin stongdur. Tað er ymiskt, nær ráðleggingardagarnir eru, men foreldur fáa boð í seinasta lagi seks vikur frammanundan.


Vitja okkum

Tú ert vælkomin at vitja okkum. Ring til leiðara okkara, Birgir Veyhe, á telefon 22 72 92 ella send ein teldubræv til birgir.veyhe@skulin.fo


Matur og drekka

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Vit eta matpakka kl. 12 í frítíðarskúlanum. Børnini fáa ókeypis mjólk, saft, vatn v.m.

Frítíðarskúlin bjóðar millummála, sum børnini eta millum kl. 14 og kl. 15.


Klæðir og skiftiklæðir

Børnini skulu hava skiftiklæðir við hvønn dag. Harumframt skal hvørt barn hava gummistivlar, regnklæði og hálvhosur. Um veturin skulu børnini eisini hava húgvu, vøttir og eina heita kavadrakt. Øll klæðir skulu merkjast við navni.


Her finnur tú okkum

Frítíðarskúlin hjá Porkeris kommunu
Gjørðabrekka 10
FO-950 Porkeri
Tel: 27 62 88
T-postur: fritidarskulin@porkeri.fo


Námsfrøðiligur leistur

Vit leggja dent á frítíðina hjá børnunum. Skúli og frítíðarskúli eru hvør sítt. Tá barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíð hjá barninum. Vit leggja dent á at skipa ein góðan og mennandi gerandisdag, har vit skipa fyri ymiskum virksemi t.d. spæli, ítriv og annað virksemi. Eisini gera vit nógv burturúr at vera úti, tá veðrið loyvir tí, og harumframt skipa vit fyri túrum út í vøkru náttúruna.

Okkara starvsfólk eru hjá børnunum og ansa eftir teimum. Harafturat bjóða vit børnunum ymisk tilboð, sum tey kunnu taka lut í, um tey hava hug.

Okkara leiðreglur eru, at

· Vit leggja dent á førleikan hjá einstaka starvsfólkinum

· Vit arbeiða miðvíst og tilvitað við aldursbólkunum 6-9 ár. Tað vil siga, at starvsfólkið skal hava neyðugu vitanina um júst hendan aldursbólkin

· Starvsfólkið skal vera tilvitað um menningina hjá einstaka barninum

· Starvsfólkið skal kunna samstarva við børn, foreldur, starvsfelagar og skúla

Ítriv og tiltøk

Vit hava fleiri tiltøk og ítriv á stovninum, og summi eru afturvendandi. Til dømis hava vit:  

· Bingo

· Hugnakvøld

· Filmskvøld

· Halloween

· Jólahald

· Føstulávintshald

· Føðingardag hjá frítíðarskúlanum

· Útferðir og ymiskar ítróttakappingar


Dagligt samskifti

Protokoll í gongini

Í gongini í frítíðarskúlanum liggur protokollin, sum foreldur skulu minnast til at seta kross í, tá tey koma eftir sínum børnum. Eisini er týdningarmikið fyri trygdina og tryggleikan á stovninum, at tann, sum fer avstað við barninum, sigur einum starvsfólki frá.


Prísir

Barn: kr. 800,00 um mánaðin


Frípláss

Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja stovnspláss. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar um frípláss á heimasíðuni hjá kommununi. Søk um frípláss


Uppsøgn

Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á heimasíðuni hjá kommununi.

Uppskriving til stovnspláss

Vilt tú skriva títt barn inn í frítíðarskúla, kanst tú avgreiða innskrivingina her

Talgilt innskrivingarskjal til frítíðarskúlan ​